Tvey aliøkir hjá Luna broytt

Tvey aliøkir hjá Luna broytt
Aliøkið við Miðvág/Sandavág verður flutt, so súrevnisstøðan kann haldast á einum nøktandi støði, meðan aliøkið við Velbastað verður økt við trimum aliringum.
 
05.07.2022 - 09:28

Tvey aliøkir hjá alifyritøkuni Luna eru flutt. Talan er um aliøkini í Miðvági/Sandavági, sum eru flutt longur út, meðan aliøkið við Velbastað verður økt. 

Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at í liggjandi góðveðri er sjógvútskiftingin innarlaga í aliøkinum ov lítil til at halda súrevnisstøðuni á einum nøktandi stigi um summarið og út á heystið.

Tí er økið víðkað 350 metrar úteftir, so laksurin kann svimja í frískari sjógvi alt árið.

Samstundis er innasti partur av økinum móti brimgarðinum og Giljanesi, sum er grynri enn 20 metrar, tikið burtur.

Og aliøkið hjá Luna við Velbastað er gjørt størri, so pláss er fyri tríggjum aliringum aftrat. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV