Strandferðslan fær eykajáttan til olju

Strandferðslan fær eykajáttan til olju
Strandfaraskip Landsins fáa eykajáttan til olju í næstu eykajáttanarlóg.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.07.2022 - 13:46

Strandfaraskip Landsins hava longu fingið nógvar milliónir, tí oljan er vorðin so dýr.

Í fíggjarlógini fyri 2022 er játtanin til oljukeyp hækkað 12 milliónir krónur.

Og í eykajáttanarlógini í mars í ár hækkaði játtanin til oljuútreiðslur 18,5 milliónir krónur.

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV