Stýrið fyri Íleggingargrunnin heldur fram

Stýrið fyri Íleggingargrunnin heldur fram
Landsstýrismaðurin hevur afturnevnt limirnar í Íleggingargrunninum, og stýrið heldur tí fram í fýra ár afturat
Palli Ziskason er formaður í Íleggingargrunninum.
 
08.07.2022 - 08:33

Stýrið í Íleggingargrunninum heldur fram í fýra ár.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur afturvalt Palla Ziskason, sum er formaður, Anfinn Kallsberg, Guðrið Højgaard, Oyvind Brimnes og Brynhild Høgnadóttur í stýrið.

Íleggingargrunnurin fyri Føroyar er stovnaður í 1964 sambært fólkatingslóg.

Grunnurin verður ofta nevndur 60-milliónagrunnurin, tí upprunastovnsfæið var 60 milliónir krónur.

Endamálið hjá grunninum er at veita figging til íløgur, serliga í sambandi við undirstøðukervið og tílíkt, sum skal menna vinnulívið í Føroyum, og har onnur figging ikki fæst.

Grunnurin kann í ávísan mun eisini veita fígging til privatar vinnufyritøkur og felagsskapir við almannagagnligum endamáli. 

Harumframt kann grunnurin veita lán til stovnar ella aðrar grunnar, sum veita lán ella annan stuðul til privatar, almennar ella hálvalmennar vinnufyritøkur og fíggjarstovnar.

Grunnurin hevði 17,3 milliónir krónur í avlopi í 2021.

Ognirnar eru 689 milliónir krónur. Teirra millum eru útlánini 199 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418