Eingir vindskaðar

Eingir vindskaðar
Enn hevur eingin boða frá skaða í samband við nógva vindin.
 
12.07.2022 - 09:22

Politiið hevur ikki fingið nakra fráboðan um skaðar í nógva vindinum, sum hevur verið og framvegis er.

Einasta fráboðanin er um eina leysa takplátu á einum hoyggjhúsi í Vági. Tað var klokkan trý korter til ellivu í gjárkvøldið.

Og klokkan hálvgum fýra í nátt var ringt úr Sandavági um plastrútar, sum fuku við vaktrarhúsið. Teir gjørdu tó ongan skaða, sigur politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV