Føroya Tele og Nema bjóða 5G um ársskiftið

Føroya Tele og Nema bjóða 5G um ársskiftið
Ferðin á farnetinum verður tíggjufaldað
Jan Ziskasen, samtaksstjóri í Føroya Tele, sum fer at bjóða 5G um ársskiftið.
 
10.08.2022 - 12:15

Bæði Føroya Tele og Nema eru farin undir at seta upp útgerð, sum fer at veita 5G-samskifti á telenetinum.

Tað verður ein sonn kollvelting innan telesamskiftið fyri brúkararnar, tá hetta samskiftið væntandi er klárt um ársskiftið. Talan verður um upp til eina tíggjufalding av ferðini á farnetinum.

Jan Ziskasen er samtaksstjóri í Føroya Tele:

 

1542887

 

Rúnar Reistrup, nevndarformaður í hinum telefelagnum, Nema, váttar, at Nema fer eisini at bjóða 5G um ársskiftið.

Tó vil Rúnar Reistrup ikki úttala seg um, hvør 5G-veitarin hjá Nema verður.
 

 

Nema fer eisini at bjóða sínum kundum 5G um ársskiftið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV