Dialysuviðgerð í Suðuroy næsta ár

Dialysuviðgerð í Suðuroy næsta ár
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sigur, at málið er, at viðgerðin skal vera á Suðuroyar sjúkrahúsi í 2023
Eftir ætlan verður dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi í 2023.
 
22.08.2022 - 11:08

Málið er, at dialysusjúklingar kunnu fáa viðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi næsta ár.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. 

Seinastu tíðina hevur ljós verið varpað á umstøðurnar hjá dialysusjúlingum í Suðuroynni, sum fleiri ferðir um vikuna ferðast norður á Landssjúkrahúsið fyri at fáa viðgerð.

Víst hevur verið á tørvin at fáa dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at arbeitt verður við málinum.  

Sambært landsstýrismanninum er málið, at dialysusjúklingar einaferð í 2023 sleppa undan at ferðast til Havnar at fáa viðgerð:

 

22082022_Dialysa_i_Suduroy_til_net


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Mánadag 27. mai
Hákan valdi Páll...
175653
Mánadag 27. mai
Morgunlestur mánadagur 27. mai 2024
175632
Sunnudag 26. mai
Bolero - 26. mai 2024
175611
Nýggjastu sendingar í SV