Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin sterkari á bygd

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin sterkari á bygd
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin standa sterkari á bygd enn í høvuðsstaðnum, meðan Tjóðveldi og Framsókn eru høvuðsstaðarflokkar burturav
Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin, og Frimodt Rasmussen, Sambandsflokkurin.
 
04.09.2022 - 12:10

Tað vísir veljarakanningin, ið Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskiftið hjá Portalinum, og sum var almannakunngjørd í gjár.

Hinvegin hevur Javnaðarflokkurin sama stuðul á bygd sum í høvuðsstaðnum.

Fólkaflokkurin fær undirtøku frá 20 prosentum á bygd og Sambandsflokkurin frá 21 prosentum, men í Havn fáa flokkarnir bara ávikavist 12 og 14 prosent.

Tjóðveldi fær undirtøku frá 24 prosentum í Havn og 16 prosentum á bygd.

Merkisvert er, at Framsókn fær undirtøku frá 14 prosentum í Havn og er tískil líka stórur sum Sambandsflokkurin og størri enn Fólkaflokkurin í høvuðsstaðnum.

Framsókn fær afturfyri bara stuðul frá trimum prosentum uttan fyri Havnina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211