Fleiri uppsøgd starvsfólk eru sett aftur í starv

Fleiri uppsøgd starvsfólk eru sett aftur í starv
Síðani uppsagnirnar í Atlantsflogi í 2020, eru 10 flogmenn settir aftur í fast starv, og væntandi verða fýra flogmenn settir í fast starv í vetur
Umleið 100 starvsfólk hjá Atlantic Airways vóru uppsøgd í sambandi við koronufarsóttina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.09.2022 - 15:45

Fleiri av uppsøgdu starvsfólkunum hjá Atlantsflogi eru sett í starv aftur.

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til Bjørt Samuelsen, tingkvnnu fyri Tjóðveldi, sum setti honum grein 52-spurning um málið.

Umleið 100 starvsfólk hjá Atlantic Airways vóru uppsøgd í sambandi við koronufarsóttina. Av teimum vóru 65 fólk í føstum starvi; 19 flogmenn, 20 flogternur, 8 starvsfólk á teknisku deild, 8 í kundatænastuni og 10 onnur starvsfólk, sum arbeiddu á landi.

Uppsagnirnar vóru grundaðar á avleiðingarnar av minkandi virksemi, orsakað av koronu.

 

Tríggjar av teimum 20 uppsøgdu flogternunum eru aftur í føstum starvi hjá Atlantsflog í dag. Harafturat hava 10 av teimum uppsøgdu flogternunum í dag starv sum fríyrkisflogternur. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

10 flogmenn í fast starv

Síðani uppsagnirnar í mai 2020, hevur Atlantsflog sett 10 flogmenn aftur í fast starv. Tveir í oktober 2020, fýra í november 2021, ein í januar 2022 og tríggir í august 2022.

Harafturat verða fýra flogmenn væntandi settir í fast starv seinni í vetur. Allir flogmenninir, sum eru settir í starv, vóru millum flogmenninar, ið vóru uppsagdir í 2020. Harafturat hava flogmenn verið í tíðaravmarkaðum starvi í summar, og nakrir eru í starvi sum fríyrkisflogmenn til 1. november 2022.

Tríggjar av teimum 20 uppsøgdu flogternunum eru aftur í føstum starvi hjá Atlantsflog í dag. Harafturat hava 10 av teimum uppsøgdu flogternunum í dag starv sum fríyrkisflogternur. Av hinum 26 uppsøgdu starvsfólkunum eru 7 sett aftur í starv, sigur Uni Rasmussen í svarinum til Bjørt Samuelsen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216