Foreldur skulu fáa frælsi at skipa seg betur

Foreldur skulu fáa frælsi at skipa seg betur
Landsstýrismaðurin heldur, at Fakfelagssamstarvið hevur vent málinum um at lata foreldrum pening fyri at ansa børnum púra skeivt
Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum.
 
07.09.2022 - 10:13

- Endamálið við uppskotinum er at geva foreldrum frælsi og møguleika til at skipa seg betur í gerandisdegnum. 

Tað sigur Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður, um ætlanirnar at geva foreldrum pengar fyri at ansa egnum børnum heima.

Fakfelagssamstarvið hevur skírt uppskotið eina vanlagnu, serliga fyri føroysku kvinnurnar.

- Tað er ikki mín uppgáva at fortelja familjum, hvussu tær skulu skipa seg innanhýsis, sigur Sólvit Nolsøe, sum er landsstýrismaður í almannamálum og javnstøðumálum.

Hann heldur, at Fakfelagssamstarvið hevur vent málinum púra skeivt:

 

07092022_Solvit_til_net

 

Sólvit Nolsø hevur kunnað samgonguna um innihaldið í uppskotinum, men samgonguflokkarnir hava ikki tikið endaliga støðu til málið.

Landsstýrismaðurin hevur eisini lagt uppskotið fyri Trivnaðarnevndina og fer at hava fund við avvarðandi partar í hesi vikuni.

Hann væntar, at uppskotið verður klárt at senda til hoyringar innan eina viku.

 

Ætlanin hjá landsstýrinum at lata foreldur fáa pengar fyri at ansa børnum heima fær kaldliga móttøku frá m.a. Fakfelagssamstarvinum. (Savnsmynd)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216