Eingin ítøkilig ætlan um aðra hjálp enn oljustuðul

Eingin ítøkilig ætlan um aðra hjálp enn oljustuðul
Uppskotið um oljustuðul verður lagt fyri tingið í næstu viku, sigur landsstýrismaðurin í almannamálum
Uppskotið um oljustuðul er liðugt, og tað verður lagt fyri tingið í næstu viku.
 
23.09.2022 - 13:36

- Uppskotið um oljustuðul er um at vera klárt, men ongin ítøkilig ætlan er um aðra hjálp í løtuni.

Tað sigur Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, nú fleiri føroyingar venda sær til hjálparfelagsskapir um at fáa eitt nú mat á borðið.

Danska stjórnin kunngjørdi í morgun ein vetrarpakka, sum skal lætta um hjá hart sperdum familjum. 

 

Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum.

 

Men í Føroyum fyriliggur eingin ítøkilig ætlan um annan stuðul ella hjálp í løtuni, hóast hetta er partur av fíggjarlógarsamráðingunum, sum eru í løtuni, sigur Sólvit Nolsø.

Uppskotið um oljustuðul verður lagt fyri tingið í næstu viku.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

23092022_Oljustudul_til_net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216