Mette Frederiksen fær ein dag afturat at útskriva val

Mette Frederiksen fær ein dag afturat at útskriva val
Radikali flokkurin í Danmark gevur nú Mette Frederiksen ein dag afturat at útskriva val, ella leggur flokkurin fram misálit móti danska forsætisráðharranum
Um Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri, ikki útskrivar val í morgin, so verður misálit lagt fram móti henni fyri handfaringina av minkamálinum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
04.10.2022 - 07:00

Radikali flokkurin hevur sagt aftur og aftur, at Mette Frederiksen má útskriva val, tá ið Fólkatingið verður sett aftur fyrsta týsdag í oktober, ella leggur flokkurin fram uppskot um misálit mótir danska forsætisráðharranum.  

Men nú gevur flokkurin forsætisráðharranum ein dag afturat.

"Júst hvønn dag tað verður, hevur ikki so nógv at týða fyri meg. Fleiri viðmerkjarar hava eisini nevnt, at tað helst verður mikudagin, at val verður útskrivað. Og tað havi eg tað fínt við," sigur Sofie Carsten Nielsen, forkvinna í Radikala flokkinum, við Ritzau.

 

Minkamálið orsøkin

Radikali flokkurin kom við hóttanini eftir málið um minkarnar og ta frágreiðing, sum Minkanevndin kom við fyrr í ár.

Nevndin staðfesti, at boðskapurin hjá Mette Fredriksen, forsætisráðharra, um at taka av allar minkarnar í Danmark var "sera villeiðandi".

Um Mette Frederiksen ikki hevur útskrivað val innan hósdagin, fara tey Radikalu at koma við uppskoti um misálit, sum Fólkatingið skal atkvøða um hóskvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537