Oljufýr skal hita Pálshøll fyribils

Oljufýr skal hita Pálshøll fyribils
Tað er torført at finna varandi grøna loysn, tí eftirspurningurin er stórur, og veitingartíðin er long
Fyribils fer eitt oljufýr at hita svimjihøllina í Vági.
Mynd: Vágs kommuna  
 
20.10.2022 - 08:35

Nú verður hiti aftur í Pálshøll í Vági, og høllin letur væntandi upp aftur í næstu viku.

Tað skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.

Fyribils verður eitt oljufýr sett upp, sum skal hita Pálshøll, til ein varandi grøn loysn er funnin.

Kommunan skrivar, at tað er tørført at finna eina varandi grøna loysn, tí eftirspurningurin eftir hitapumpum og líknandi grønum orkuloysnum er stórur, og veitingartíðin long.

Fyribils loysnin skal tryggja, at øll almenn svimjing og venjing kann vera sum vanligt, tá ið eingin hiti kemur frá SEV, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV