Løgmaður gevur Jenisi átalu

Løgmaður gevur Jenisi átalu
Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann á ongan hátt er samdur við útsagnunum, sum formaðurin í Miðflokkinum førdi fram í valsending floksins
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at hann hevur gjørt Jenisi av Rana greitt, at útsagnir hansara á ongan hátt umboða Føroyar og føroyingar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.11.2022 - 08:21

- Eg taki fulla frástøðu frá teimum útsagnum, sum formaðurin í Miðflokkinum førdi fram í valsendingini hjá Miðflokkinum.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til Aksel V. Johannesen, sum í grein 52 fyrispurningi spyr, um tað er rætt, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum sigur, at tað stríðir ímóti føroysku “grundlógini” at liva sum samkyndur.

Hann spyr eisini, um løgmaður er samdur í útsøgnini, og um løgmaður ikki er tað, um tað so fær avleiðingar fyri landsstýrismannin.

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður og formaður í Miðflokkinum, hevur fingið átalu frá løgmanni. 

 

Nasadjarvt

Bárður á Steig Nielsen svarar øllum trimum spurningunum í einum:

- Eg haldi tað vera rættiliga nasadjarvt av formanni Miðfloksins at gera niðurstøður um virðisgrundarlagið hjá øllum Føroya fólki, út frá sínari egnu sannføring.

- Lat meg sláa fast, at eg á ongan hátt eri samdur í teimum útsagnunum, sum formaðurin í Miðflokkinum førdi fram í valsendingini hjá Miðflokkinum, og taki fulla frástøðu frá teimum.

- Somuleiðis havi eg gjørt formanninum í Miðflokkinum greitt, at útsagnirnar á ongan hátt umboða Føroyar og føroyingar, og havi átalað hann fyri hetta, sigur løgmaður í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV