Sunda kommuna samtykt fíggjarætlanina fyri komandi ár

Sunda kommuna samtykt fíggjarætlanina fyri komandi ár
Komandi ár ætlar Sunda kommuna at læna upp til 70 milliónir krónur, og hesar skulu brúkast til íløgur.
Býráðið hevur millum annað játtað pening til annað byggistig í kirkjugarðinum í Hósvík.
 
30.11.2022 - 08:28

Sunda kommuna ætlar at læna upp til 70 mió. kr. til íløgur næsta ár.

Ætlanin er, at íløgurnar verða fíggjaðar við lántøku, so hvørt tørvur er á tí - upp til 70 milliónir, stendur í tíðindaskrivi frá kommununi.

 

Fíggjarætlanin samtykt

Á býráðsfundi á Oyrarbakka mánakvøldið samtykti býráðið fíggjarætlanina fyri 2023.

 Í fíggjarætlanini fyri 2023 eru 45,2 mió. krónur settar av til íløgur.

 

Útstykkingar raðfestar

Tann størsta, 22,5 mió. krónur, er til útstykkingar, har útstykkingarætlanin á Oyrarbakka er størsti parturin.

12 mió. krónur fara til brúnna um Stórá, sum er farleiðin millum Hvalvík og Streymnes, og til at uppraðfesta kommunalar vegir.

Býráðið hevur millum annað eisini játtað pening til annað byggistig í kirkjugarðinum í Hósvík, til umvælingar á Mørkini og til vetrarfriðing.

 

Skattaprosentið óbroytt

Sunda kommuna væntar 95,6 mió. kr. í inntøkum næsta ár.

Raksturin fer at kosta 84,4 mió. kr, sum eru 3,8 prosent størri enn í fíggjarætlanini fyri 2022. 

Rakstraravlopið er 11,2 mió. kr. 

Skattaprosentið verður óbroytt, 21,5, og barnafrádrátturin verður eisini tann sami sum á ár, 6.500 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444