Aksel roynir fyrst Tjóðveldi og Framsókn

bannari
Aksel roynir fyrst Tjóðveldi og Framsókn
Formaðurin heldur, at hann hevur bestu møguleikarnar at standa á odda fyri nýggjari samgongu
Aksel V. Johannesen og familjan á vali í gjár. Formaðurin í Javnaðarflokkinum ætlar fyrst at venda sær til Tjóðveldi og Framsókn um samgongumøguleikar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2022 - 13:35

Hóast Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, formliga hevur leiðsluna í samráðingunum um at skipa nýtt landsstýri eftir løgtingsvalið í gjár, eru eisini óformligar samráðingar millum aðrar flokkar.

Javnaðarflokkurin gjørdist størsti flokkur á valinum í gjár við níggju tingsessum, og Aksel V. Johannesen, floksformaður, sigur, at hann fer fyrst at venda sær til Tjóðveldi og Framsókn. Hann sigur, at hesir flokkarnir hava samstarvað væl í fleiri ár, og hava eisini sitið í samgongu áður. 

Hoyr Aksel V. Johannesen í útvarpstíðindunum: 

 

09122022_Aksel_og_samradingar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216