Fús at gerast landsstýriskvinna í heilsumálum

bannari
Fús at gerast landsstýriskvinna í heilsumálum
Margit Stóra er varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, og nú er hon eisini løgtingskvinna
Margit Stóra er varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, og í gjár var hon eisini vald í løgtingið.
 
09.12.2022 - 17:59

Bárður á Lakjuni, Uni Holm Johannesen, Margit Stórá og Dennis Holm. 

Tað eru tey fýra fólkini, sum í gjár blivu vald á ting, og sum frammanundan ikki hava landspolitiskar royndir. 

Av teimum er Margit Stórá tann einasta kvinnan. 

Sum varastjóri í Sjúkrahúsverkinum er Margit Stórá ikki fremmand í almenna rúminum, men við nýggja heitinum, tingkvinna, bíðar ein øðrvísi uppgáva, og talan er um eitt heiti, sum hon skal venja seg við. 

Men fær Margit Stórá møguleikan at gerast landsstýriskvinna í heilsumálum, er hon fús at taka av.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

09122022_Margit_Stora

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. mai
Patursson - teknmálstulkað
175800
Mikudag 29. mai
Foytar verkfalsgreyðir
175768
Mikudag 29. mai
Foytar greyðir: Verkfalsmatur
175766