Heita á fólk í Klaksvík um at fara frá húsum

Heita á fólk í Klaksvík um at fara frá húsum
Støðan er hættislig fleiri staðni í Klaksvík, nú tvey skriðulop hava verið í býnum og fleiri eru í væntu, sigur politiið
Undir Brúnni í Klaksvík var støðan sera álvarslig, tá ein skriða leyp
Mynd: Oliver Joensen  
 
19.12.2022 - 13:45

Eitt slag av undantaksstøðu valdar í støðum í Klaksvík, nú nógvi kavin og eftirfylgjandi áarføri hevur elvt til skriðulop. 

Talan er um evakuering vegna stór skriðulop fleiri støð í býnum og vandi er fyri fleiri lopum, bæði eystaru og vestaru megin í Klaksvík. 

Boðini frá átaksleiðaranum í Klaksvík eru greið. Øll húski, sum eru í ovastu húsunum, bæði eystaru- og vestarumegin í Klaksvík, eiga at fara úr húsum. 

Tvey skriðulop hava verið, og fleiri eru í væntu, sigur Bjarna Nattestad, vakthavandi á politistøðini. 

19122022_Skridulop_i_klaksvik

 

Støðan hevur verið rættiliga hættislig Undir brúnni, har Tórbjørn Hjelm býr. 

Tað var neyðugt hjá Tórbirni og pápanum at fara manninum, ið búði í grannahúsunum, til hjálpar og grava hann leysan. 

Skriðulop hava verið fleiri staðni í Klaksvík. 

Myndir: Oliver Joensen

Skriðulop hava verið ymsastaðni í Klaksvík. 

Heitt verður á fólk, ið búgva í húsum ovalaga bæði eystaru- og vestarumegin í Klaksvík um at fara frá húsunum. 

Eisini á Kunoyarnesi er skriða lopin. 

Í støðum er nærmast undantaksstøða, sum sæst á upptøkunum hjá Bergtóru Ó. Poulsen. 

20221219_NET_SKRIDULOP_KLAKSVIK

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537