Súsanna og Áslakur í danska flogbóltsendaspælinum

Súsanna og Áslakur í danska flogbóltsendaspælinum
Súsanna Sólrunardóttir Ludvig og Áslakur Holm hava spælt seg í danska flogbóltsendaspælið, sokallaða Final4, við feløgum sínum, Brøndby VK og VK Vestsjælland
Súsanna Sólrunardóttir Ludvig og Áslakur Holm skulu spæla Final4
Mynd: Heiner Lützen Ank/Brøndby VK  
 
22.12.2022 - 10:30

Tveir føroyskir flogbóltsspælarar verða við í danska flogbóltsendaspælinum, sonevnda Final4, sum skal spælast fyrst í februar.

Súsanna Sólrunardóttir Ludvig og felag hennara, Brøndby VK vunnu greitt 3-0 í fjórðingsfinaluni ímóti VLI, meðan Áslakur Holm og VK Vestsjælland vunnu 3-1 á Amager VK2.

Mótstøðuliðini hjá Súsannu Sólrunardóttir Ludvig verða ASV Elite, Holte IF og DHV Odense. Brøndby skal spæla ímóti DHV Odense í hálvfinaluni, og má roknast sum favorittur, tí fyrr í ár vann Brøndby 3-0 ímóti júst Odense.

Áslakur Holm og VK Vestsjælland skulu kappast við Nordenskov UIF, Marienlyst-Fortuna Volley og Gentofte Volley í Final4. VK Vestsjælland brestir saman við Gentofte Volley, sum teir fyrr í kappingini taptu 3-2 fyri, í hálvfinaluni.

Endaspælið verður leikt í Aarhus 3. og 4. februar næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297