Fólkatalið í Kina minkar

Fólkatalið í Kina minkar
Fólkatalið í heimsins fólkaríkasta landi er minkað við 850.000 fólkum í 2022. Tað er fyrstu ferð í 60 ár, at fólkatalið er minkað
 
18.01.2023 - 15:07

Fyri fyrstu ferð í 60 ár minkar fólkatalið í Kina, sum annars er fólkaríkasta land í heiminum.

Í 2021 vóru tað um 1.4127 milliardir kinesarar í Kina, og við ársendan í fjør var talið niðri á um 1.4118 milliardum. Talan er um eina minking upp á 850.000 fólk, skrivar dr.dk.

Fólkatalið minkar, hóast stýrið í Kina strikaði eitt-barn-politikkin fyri 7 árum síðani. 

Eitt-barns-politikkurin var settur í gildi í 1979, tí kinesiski kommunistaflokkurin tá óttaðist ov stóran fólkavøkstur.

Føðitíttleikin í Kina setti lágmet í fjør, hvør kvinna fær í miðal 1.18 barn. Til samanberingar var føðitíttleikin í Føroyum í 2021, 2,293 barn.

Títtleikin má vera umleið 2,1 fyri at varðveita fólkatalið í landinum.

Kinesiska stýrið roynir at eggja fólki til at fáa fleiri børn, men tað hevur ikki hjálpt, sigur Philip Róin, tíðindamaður hjá DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418