Tvey grundøki til íbúðarbygging á Toftum

Tvey grundøki til íbúðarbygging á Toftum
Nes kommuna hevur sett tvey grundøki við Høganesvegin á Toftum til sølu til íbúðarbygging
Mynd: Nes kommuna  
 
18.01.2023 - 13:56

Nes kommuna bjóðar nú tvey grundøki á Toftum til sølu til íbúðarbygging.

Talan er um tvey grundøki á ávikavist 1.611 og 1.182 fermetrar, sum liggja við Høganesvegin.

Sagt verður, at tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum skulu byggjast. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.

Ognirnar liggja sambært byggisamtyktini í A2 øki, sum er miðstaðarendamál - íbúðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV