Øll uttan einstaklingar missa navnloysið

Øll uttan einstaklingar missa navnloysið
Kravið um navnloysi, tá Dátueftirlitið kunnger sínar avgerðir, skal bara vera galdandi fyri einstaklingar
Navnloysi skal bara vera fyri einstaklingar.
 
17.01.2024 - 06:29

Kravið um navnloysi, tá Dátueftirlitið kunnger sínar avgerðir, skal bara vera galdandi fyri einstaklingar.

Løgmálaráðið ætlar at broyta lógina um at verja persónsupplýsingar.

Dátueftirlitið gjørdi í fjør summar landsstýrismanninum og Løgmálaráðnum greitt, at 
kravið um navnloysi og orðingar, sum gera, at tann, sum avgerðin er um, ikki kann kennast aftur, gera, at Dátueftirlitið illa fær útint uppgávuna at almannakunngera avgerðir.

Avmarkað nyttuvirði

Nyttuvirðið er avmarkað. 

Dátueftirlitið noyðist at strika upplýsingar í avgerðini, sum hava havt týdning fyri 
niðurstøðuna. 

Hetta ger tað trupult hjá lesaranum at skilja, júst hvat tað er, sum er hent í einum máli. 

Í einstøkum førum hevur ikki borið til hjá Dátueftirlitinum at almannakunngera eina týðandi avgerð, tí ikki hevur verið møguligt at greiða frá málinum á nóg góðan hátt. 

Løgmálaráðið mælir til til at broyta lógina, so kravið um navnloysi bara verður galdandi fyri einstaklingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216