9 av 10 føroyingum sóu hondbóltsdystin millum FO-NO leygarkvøldið

Um KVFTíðindi
9 av 10 føroyingum sóu hondbóltsdystin millum FO-NO leygarkvøldið
Vit hava ongantíð áður mátað so stór hyggjaratøl, sigur kringvarpsstjórin. Tølini fyri landsdystirnar móti Slovenia og Póllandi eru eisini methøg
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
18.01.2024 - 15:28

Spennandi landsdysturin í EM-endaspælinum hjá monnum í hondbólti millum Føroyar og Norra, sum varð spældur í Berlin leygarkvøldið, savnaði tjóðina framman fyri sjónvarpsskíggjan. Sambært eini hyggjarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið, hugdu 88,6 prosent av føroyingunum at spennandi dystinum móti Norra, sum endaði við javnleiki 26-26.

“Vit hava ikki sæð so stór hyggjaratøl áður”, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen. “Gaman í hava vit ikki hyggjaratøl fyri eitt nú valsendingar ella ólavsøkusendingar, har vit vita, at hyggjaratølini eisini eru høg, men hetta var nakað heilt serligt”. 

Tað vísa tølini fyri dystirnar móti Slovernia og Póllandi eisini. Ávikavist 76,2 og 84 prosent hugdu at dystunum móti Slovenia hóskvøldið og Póllandi mánakvøldið. 


Hyggjara- og lurtaratølini eru sum heild høg

Føroysku sendingarnar  bæði í sjónvarpi og útvarpi  fáa sum heild góða undirtøku, og tað hevur týdning, tí stríðið um miðlabrúkaran er so hart, vísir kringvarpsstjórin á. 

“Tøknirisarnir senda so nógv útlendskt tilfar inn á føroyskt øki, og tí er tað fløvandi, at vit kunnu savna so nógvar føroyingar framman fyri skíggjan til slíkar hendingar”, sigur kringvarpsstjórin.

Hondbóltsdystirnir hjá Føroyum móti Slovenia, Norra og Póllandi kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, til EM-kappingin í Týsklandi er av tann 28. januar. 

Tú finnur dystirnar her.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537

Um kvf css