- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góð føroysk úrslit í Reykjavík
Føroysk ítróttafólk stóðu seg væl í stórari altjóða kappingini, RIG, sum var í Reykjavík um vikuskiftið.
Í svimjing eydnaðist føroyingunum at vinna fleiri heiðurmerki. Líggjas Joensen úr Ægir fór avstað við gullinum í bæði 200 og 400 metra frísvimjing.
Afturat hesum fekk hann bronsu á 1500m frí.
Jóhanna Ólavsdóttir (FS) fekk silvur í 200m firvald, Isak Brisenfeldt (HS) fekk silvur í 200m firvald, og Heini Askham (Ægir) svam seg til silvur á 1500m frí.
Bárður Ólavsson (FS) fekk bronsu í 200m firvald, Isak Brisenfeldt fekk bronsu á 50m firvald, Heini Askham bronsu í 400m frí, Bjarta í Lágabø (Susvim) bronsu á 50m og 100m rygg og Jón Hofgaard (Susvim) bronsu í 50m og 100m bringu.
Umframt hetta vunnu føroyingarnir fleiri ungdómsheiðursmerki.
Judo eisini heiðursmerki
Judo var eisini við á RIG við tveimum íðkarum og einum dómara.
Fríði Magnusson Carlsson fekk triðja plássið. Hann fekk skaða í andlitið í hálvfinaluni, sum hann tapti, men hóast hetta kappaðist hann um bronsuna ímóti bretanum, Bobby King, og har vann eftir sonevnt Golden Score.
Føroyskir lyftarar kappaðust eisini í Reykjavík, men tað eydnaðist ikki av vinna heiðursmerki hesa ferð. Tó kom okkurt føroyskt met burturúr.