Við fullari ferð eftir HM-gullinum

Við fullari ferð eftir HM-gullinum
Í 2023 rann hann seg inn í tilvitskuna hjá føroyingum við oyggjaleikaræði og U20-evropameistaragulli. Í ár er málið ikki minni; Jónas G. Isaksen vil vera heimsmeistari
Millum stjørnur: Jónas G. Isaksen siktar eftir U20-heimsmeistaraheitinum í summar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.01.2024 - 14:01

Í løtuni gongur skjótt í umbroytiliga lívinum hjá Jónasi Gunnleivsson Isaksen. 18 ára gamli unglingin hevur júst fingið koyrikortið og ‘rakettin úr Kvívík’ hevur onkursvegna fingið nýggja merking. Tað kemur væl við, tí nú slepst undan bæði bussi og pápa, tá ið koyrast skal til Havnar at røkta skúla, venjing og, ja, kærleikan, tí Jónas hevur eisini fingið unnustu í høvuðsstaðnum.

- Nú sleppir babba undan at bíða eftir mær og koyra meg aftur og fram, smílist kvívíkingurin, men er nakað, ið kann órógva klársýnið hjá einum ungum manni, er tað nývunna frælsið á fýra hjólum og ein fitt genta. Føroya skjótasti maður vissar kortini um, at rennibreytin framvegis er fremst í huganum.

- Eg rann, langt áðrenn eg møtti henni, so tað er framvegis fremsta raðfesting, staðfestir Jónas, kanska eitt sindur djarvt. Men unglinginum tørvar at seta føturnar væl í startskubbarnar, tí rakk hann langt í 2023, eru málini uppaftur størri í nýggja árinum, og skjótt ljóðar startsskotið.

 

Evropameistarin

Ein kossur og ein heilsan verða send uppeftir, og so er Jónas Gunnleivsson Isaksen til reiðar á Givat Ram-leikvøllinum í Jerusalem. Ein mánaður er farin, síðan hann rann seg inn í tilvitskuna á føroyingum við at vinna bæði 200 og 400 metra renningina á Oyggjaleikunum í Guernsey, og í kvøldarskugganum hendan summardagin í august melur bert ein tanki í høvdinum á Jónasi. Hann vil verða skjótasti drongur í Evropa.

- Heilin sløknar, tá ið eg renni. Eg eri ‘zoned out’, greiðir Jónas Gunnleivsson Isaksen frá. Teir rúka avstað, og 45,86 sekund seinni fer hann um mállinjuna og sansar brádliga aftur.

- So vendir tú tær við, sært øll fólkini og hugsar, at tú akkurát hevur vunnið evropameistaraheitið og ert skjótastur í Evropa, sigur karismatiski kvívíkingurin.

Hann er væl skorin fyri tungubandið og fær ikki latið vera við at smíla.

- Tað er tað størsta, sum eg havi gjørt.

Jónas Gunnleivsson Isaksen er partur av einum spennandi nýggjum ættarliði í føroyskum frælsum ítrótti. MYND: Bjarni Árting Rubeksen

 

Talan er av sonnum um eitt slóðbrótandi avrik í føroyskari ítróttasøgu, sum onkursvegna markar eitt skifti í frælsum ítrótti her á landi. Langteinarnir eru í stóran mun sleptir, og nýggja ættarliðið hevur tikið eksplosivu greinarnar til sín. Fleiri evnaríkir íðkarar eru - oyggjaleikahópurin í frælsum ítrótti hevur ongantíð verið størri enn í summar – men flaggberin er lættsinti kvívíkingurin, sum hevur ment seg við sjey míla ferð farna árið. Tíðirnar tosa sítt týðiliga mál. Í juni rann Jónas 400 metrar upp á 47,24 sekund, í juli upp á 46,02 og í august setti hann aftur føroyskt met við EM-tíðini, 45,86.

- Eg kann ikki siga, at eg roknaði við at taka meg tvey sekund fram upp á tveir mánaðir, staðfestir ungi rennarin.

- Tað er bara viljin. Eg vil renna skjótari, eg vil vinna og eg vil gera meir enn tann, sum rennur undir liðini á mær.

Tey, sum kenna Jónas best, nevna júst viljan sum hansara størstu styrki. Kvívíkingurin er til reiðar at venja harðari og longur enn tey flestu. Eisini er áhugin fyri venjingarhátti og fysiologi vaksin í samsvari við góðu úrslitini. Restin gongur fyri seg í høvdinum.

- Tá ið tú tekur teg eitt sekund fram, so hugsar tú: “Nú tókst tú teg eitt sekund fram upp á ein mánað. Hvussu nógv kanst tú taka teg fram upp á ein mánað afturat? Kanst tú taka eitt sekund av afturat?”.

Góð úrslit, tykist niðurstøðan tí vera, elva til uppaftur betri úrslit, og tað er ein hugvekjandi tanki undan nýggja kappingarárinum.

 

Nú eru tað vit bæði

Fyri hálvum øðrum ári síðan steðgaði heimurin hjá Jónasi Gunnleivsson Isaksen upp, tá ið hann brádliga misti mammu sína, Anni Isaksen, sum doyði av krabbameini. Hon hevði stuðlað Jónasi av fullum huga og átti óteljandi tímar við rennibreytina, har hennara stimbrandi róp á sonin hoyrdust í øllum veðri bæði til venjingar og kappingar.

- Hon er tann, sum hevur hjálpt mær við at gerast skjótari til venjing, tann, sum hevur trýst meg til kappingar. Tú veitst; tú kanst ikki skuffa mammu tína, tá ið hon situr og hyggur, sigur Jónas. Nú hómast eymleiki í eygnabránum.

- Og serliga nú hon hyggur har uppi frá. Nú skalt tú ordiliga vísa, at tú ert bestur, sigur kvívíkingurin.
 

230126_JONAS_ISAKSEN_01
 
Jónas misti mammu sína fyri hálvum øðrum árið síðan. Hon átti nógvar tímar á breytini saman við soninum og hinum íðkarunum.

 

Tað verður Jónas noyddur til, tí stutt áðrenn hon fór, gav Jónas mammu síni lyfti um, at hann skuldi gera alt fyri at vinna. Eftir hetta hevur hann ikki gjørt stórvegis annað enn at vinna, og tá ið Jónas setur fulla ferð á, er mamman tann einasta, sum klárar at fylgja við honum á rennibreytini.

- Áðrenn eg fari í blokkin, sigi eg við hana: “Kom so, mamma. Eg og tú. Nú eru tað vit bæði.” So hyggi eg at tatoveringini á arminum og sendi eina lítla heilsan, áðrenn eg fari, greiðir Jónas frá.

- Og meðan eg renni, hoyri eg hana heppa í høvdinum. Hon rópar á meg, biður meg koyra á og renna skjótari. Hon er tann einasti persónurin, sum eg hoyri.

Hvussu so við familjuni og hinum, sum sita eftir?

- Tað er hart, viðgongur ungi rennarin. - Men vit koyra á enn … babba hjálpir mær eisini nógv. Hann pressar meg, hann pressar meg gott nokk. Tað er á ein harðari hátt.

 

240126_JOGVAN_EIRI
 
Heimsmeistaraheiti? Olympiskar leikir? Jónas G. Isaksen kann koma langt, um hann heldur á við miðvísu venjingini, sigur annar av venjarunum, Jógvan K. Glerfoss, og liðfelagin í Bragdinum, Eiri J. Glerfoss. 
 

Heimsmeistarin?

Í myrkrinum og kuldanum á Tórsbreyt er ilt at ímynda sær, hvussu nakar kann gerast íðkari í heimsflokki. Her venja tey kortini, Bragdið, Hvirlan og hini, mestsum ímóti øllum skili, tí tað eru tey noydd til. Umstøðurnar til vetrarvenjing eru vánaligar, og størsta ynskið er at sleppa undir tak. Tey hava tað stuttligt kortini, tí tey eru vaksin upp saman og kenna ikki annað.

- Tá ið tú hevur verið til ein langan skúladag, fert tú á rennibreytina at hugna tær. Tað er gott nokk eisini strævið, tá ið tú rennur harniðri í vindi og regni, men liðfelagarnir hjálpa til við humørinum, sigur Jónas, sum hevur havt Debes Christiansen og Jógvan Kristiansson Glerfoss sum venjarar, síðan hann sum sjey ára gamal byrjaði í Bragdinum.

- Teir hava lært meg alt, sum eg veit um renning, staðfestir kvívíkingurin.

- Tað er viðhvørt, at tú ikki orkar intervallini, sum teir biðja teg gera. Teir eru eitt sindur strævnir, men teir gera tað fyri títt besta. Um teir siga tað, so geri eg tað. So einfalt er tað, og í umbroytiliga lívinum hjá Jónasi Gunnleivsson Isaksen tykjast málini vera eins einføld.

 

240126_JONAS_ISAKSEN_SYNC_02
 
Í fjør vann 'rakettin úr Kvívík' EM fyri U20. Í løtuni venur hann fram ímóti heimsmeistaraheitunum, sum vera í Lima í Peru í august.

 

- Eg ætli mær at vera heimsins skjótasti drongur undir 20 á 400 metrum.

Heimsmeistarakappingin í Peru verður í august, men áðrenn Jónas rennur so langt, skal størsti dysturin vinnast í høvdinum, tí kappingarneytarnir hvíla neyvan.

- Um onkur sigur: “eg orki ikki í dag”, skalt tú siga, at tú orkar. Tað er ein kapping inni í tær sjálvum. “Heldur hann pausu í dag? Nei, men so haldi eg heldur ikki pausu.” Onkuntíð sært tú á Instagram, at teir gera tríggjar ferðir 400. Jamen, so geri eg fýra ferðir 400.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216