Stillar ikki uppaftur

Stillar ikki uppaftur
Aslaug Gisladóttir hevur staðið á odda fyri Betri-samtakinum síðani 2018
Aslaug Gisladóttir stillar ikki uppaftur á aðalfundinum hjá Ognarfelagi Tryggingartakaranna í apríl.
 
31.01.2024 - 15:43

Aslaug Gisladóttir, sum hevur staðið á odda fyri Betri-samtakinum síðani 2018, stillar ikki uppaftur á aðalfundinum hjá Ognarfelagi Tryggingartakaranna í apríl.

Tá er nevndarskeið hennara eisini runnið.

Aslaug Gisladóttir sigur, at talan er um privat viðurskifti, óheft av Betri, sum gera, at hon vil raðfesta tíðina øðrvísi.

Aslaug Gisladóttir verður sitandi sum nevndarforkvinna í Ognarfelagi Tryggingartakaranna, Betri Holding og Betri Stuðulsgrunninum, umframt sum nevndarlimur í Betri Banka, til aðalfundin 12. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV