Mala aftur í summar

Mala aftur í summar
Ein vindmylla hjá SEV í Neshaga hevur ikki malið í góð trý ár, síðani á heysti í 2020
Neshagi.
 
03.02.2024 - 11:46


Ein vindmylla hjá SEV í Neshaga hevur ikki malið í góð trý ár, síðani á heysti í 2020.

Hon bleiv umvæld og sett í rakstur aftur í fjør summar.

Tó stóðust tøkniligir trupulleikar við mylluni á ólavsøku, sum enn ikki eru rættaðir.

SEV sigur, at ringt stev í samstarvinum við Enercon ger, at trupult hevur verið at fingið hjálp til at loysa tær tøkniligu avbjóðingarnar.

Seint á heysti í 2023 kom tó glið á samskiftið við Enercon, sum nú arbeiðir við at fáa mylluna í gongd aftur, væntandi innan fáar vikur.

Og hinar fýra myllurnar mala heldur ikki. Tær hava generatorbrek, sum tær fingu tíðliga í fjør. 

Agjørt er at bíleggja fýra nýggjar generatorar frá Enercon.

Mala aftur í summar

Um gongst eftir ætlan, koma myllurnar aftur í rakstur seint í summar, sigur SEV.

Verkætlanin er mett at kosta 13,8 mió. kr.

Generatorarnir kosta 10,4 mió.kr.

Uppseting, flutningur, trygging og annað kosta 3,4 mió.kr.

Elveitingareftirlitið hevur góðkent verkætlanina og longt framleiðsluloyvið í 15 ár frá 2027.

SEV, sum er móðurfelag, skal lata vindfelagnum í Neshaga fígging til verkætlanina.

Neyðugt er at lata vindfelagnum 3,4 mió.kr. aftrat í eginpeningi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV