Fleiri útlendsk skip leita nú eisini

Fleiri útlendsk skip leita nú eisini
Danska Challenger-flogfarið kom ikki, tí tað hevði tekniskar trupulleikar, men nú er eitt íslendskt flogfar á veg til Føroya
Edvard Bjarnason er deildarleiðari á MRCC.
 
06.02.2024 - 15:06

Leitingin eftir báðum monnunum á Kambi, sum eru saknaðir, heldur fram.

Nú eru eisini fleiri útlendsk skip við í leitingini, upplýsir MRCC.

Ætlanin var, at eitt danskt Challenger-flogfar skuldi koma til Føroya at hjálpa til at leita, men flogfarið hevði tekniskar trupulleikar, og fór tí ongantíð á flog.

Nú er eitt íslendskt flogfar á veg til Føroya at leita, og tað verður á leiðini, har leitað verður, um ein tíma ella so.

Veðrið er batnað, men tað er framvegis stór alda. 

Hoyr samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við Edvard Bjarnason, deildarleiðara á MRCC, í útvarpstíðindunum klokkan 15:

 

06022024_Edvard_Bjarnason_kl__15

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537