Ruth Vang harmast um lønarlyftið sum ikki kom

Ruth Vang harmast um lønarlyftið sum ikki kom
Formaðurin í Pedagogfelagnum vil vera við, at lovaða lønarlyftið til námsfrøðingarnar nú er blivið partur av sáttmálasamráðingunum
 
09.02.2024 - 16:57

Ársins fyrsta blað hjá Pedagogfelagnum kom út í dag, og í blaðnum hevur Jógvan Philbrow hvassliga at Fíggjarmálaráðnum. Hann skrivar millum annað soleiðis: 

 

- Í skrivandi stund er tað enn óvist, hvussu gongdin fer at verða við samráðingunum. Tí eru framtíðar lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá tykkum limum eisini ógreið enn, og tað eri eg ómetaliga harmur um. Eitt er vist, politikarar og embætisverk tosa ikki altíð sama mál. 

 

Umframt hetta skrivar hann, at útrokningar viðvíkjandi fortreytunum fyri lønarlyftinum órógvað støðuna. Lønarlyftið, sum Jógvan Philbrow sipar til er tað, sum samgongan lovaði láløntum starvsfólkum á umsorgarnarøkinum, eitt nú námsfrøðingunum.

 

Arbeiðsgevarin hevur roynt at brúka lønarlyftið at kroysta okkum at góðtaka teirra samráðingarútspæl

- Jógvan Philbrow, í Pedagogblaðnum

 
 
Ruth Vang sigur, at hon kennir onki til tað, sum formaðurin í Pedagogfelagnum sigur
 
240209_RUTH_VANG
 
 
 
 

Eg eri kedd av, at hesi ørkymlandi boðini eru farin út. Námsfrøðingarnir skulu kenna seg púra tryggar

- Ruth Vang

 

 

Lyftið

Tað vóru tríggir fegnir samgonguleiðarar, sum 30. marts í fjør boðaðu lægst løntu starvsfólkunum á umsorgarnarøkinum frá, at tey nú fóru at fáa eina gávu. 

Gávan var ein lønarhækkan til námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar við og uttan útbúgving. 

Ein slík gáva er serstøk tí vanliga mugu fakfeløg samráðast við Fíggjarmálaráðið um meira løn.

Men hendan lønarhækkingin var ein gáva søgdu Aksel V. Johannesen, Ruth Vang og Høgni Hoydal og lovaðu at, hon ikki skuldi ávirka lønarsamráðingar.

 

Hetta var tað, sum landsstýrið lovaði 

 

Tað sum síðandi hendi

Tann 14. juni skriva Ruth Vang og Heilsurøktarafelagið undir skjal, sum váttar at felagið fær sítt lønarlyft. Og tann 19. desember verður sama skjal hjá Heilsuhjálparafelagnum undirskrivað.

 

Men tað vóru nógvir vónbrotnir námsfrøðingar, sum hugdu inn á kontuna 26. januar tá almennu lønirnar fyri januar vóru útgoldnar. Tí har var onki lønarlyft.

Hoyr her hvat Mirjam Johannesen, námsfrøðingur og leiðari á dagstovninum Sólareygað í Havn segði tann morgunin

 

Solareygad_-_INNSLAG

 

Mirjam Johannesen

Caption: 
Mirjam Johannesen

 

 

Her eru sjálvandi vónbrotin starvsfólk, námsfrøðingar og hjálparfólk, nú lønarlyftið ikki kom, sum lovað var  

- Mirjam Johannesen

 

Jógvan Philbrow, formaðurin í Pegagogfelagnum, sigur við Kringvarpið, at felagið hevur avtalað við Fíggjarmálaráðið um ikki at viðmerkja hetta málið í miðlunum enn, og ta avtaluna heldur hann seg til.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV