Lógaruppskotið komið um kringvarpsgjaldið

Lógaruppskotið komið um kringvarpsgjaldið
Kringvarpsgjaldið skal hækka 13 krónur um mánaðin, og tað skal prístalsjavnast, fyrstu ferð næsta ár
Landsstýrið hevur uppskot um at hækka gjaldið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
14.02.2024 - 06:26

Kringvarpsgjaldið skal hækka 13 krónur um mánaðin, og tað skal prístalsjavnast, fyrstu ferð næsta ár.

Skotið verður eisini upp at lækka kringvarpsgjaldið hjá smáum stovnum og virkjum 500 kr. um árið. 

Uppskotið um kringvarpsgjaldið kom í løgtingið í gjár.

Fyrsta viðgerð er ikki ásett enn. 

Heldur enn at nevna ávísan aldur hjá teimum, sum rinda lægra gjaldið, eru nevnd fólk í fólkapensjónsaldri. 

Á tann hátt verður lagt upp fyri møguligum hækkingum í fólkapensjónsaldrinum, uttan at neyðugt er at broyta lógina hvørja ferð, sigur Mentamálaráðið. 

Broytta lógin kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV