Ferðastuðul verður ikki prístalsjavnaður

Ferðastuðul verður ikki prístalsjavnaður
Øll skipanin við ferðastuðli skal endurskoðast, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna
Nógv hava langa leið til arbeiðis.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
15.02.2024 - 06:43

Ongar ítøkiligar ætlanir eru um at prístalsjavna ferðastuðulin.

Men øll skipanin við ferðastuðli skal endurskoðast.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann, sum spurdi, um ferðastuðulin verður prístalsjavnaður.

Ruth Vang sigur, at Bygdaleiðir og Oyggjaleiðir fáa rakstrarstuðul í fíggjarlógini, sum ger tað møguligt at ferðast bíliga til arbeiðis og frá arbeiði.

Yvir 5.000 søkja

Í 2022 hava 4.887 fólk fingið ferðastuðul higartil.

Og í 2023 3.694 fólk higartil.

Higartil, tí nøkur eru sein at søkja.

Taks væntar, at um eitt ár ella tvey eru tølini størri. 

Tey undanfarnu árini, tað er frá 2018 til 2021, søktu 5.200 fólk um ferðastuðul hvørt ár .

Fíggjarmálaráðið veit ikki, hvussu nógv ferðast longur enn 20 kilometrar, men ikki fáa ferðastuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV