Hvørki eldur ella roykur í Eysturskúlanum

Hvørki eldur ella roykur í Eysturskúlanum
Politiið leggur dent á, at fólk eiga ikki at spæla við eldávaringar, tí, sum vakthavandi, sigur "alt apparatið" fer í gongd
Politiið fer í dag at tosa við leiðsluna í Eysturskúlanum um hendingina. (Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)
 
16.02.2024 - 10:21

Klokkan hálvgum níggju í gjárkvøldið fór sløkkiliðið í Havn til Eysturskúlan, tí eldávaringin har fór í gongd. Hon hevur beinleiðis samband við Brandstøðina.

Men har var hværki eldur ella roykur.

Illgruni er um, at onkur við vilja hevur trýst á eina eldávaring, sigur politiið.

Men tað er tó ikki staðfest.

Politiið fer í dag at tosa við skúlaleiðsluna um hendingina.

Politiið leggur dent á, at fólk eiga ikki at spæla við eldávaringar, tí, sum vakthavandi, sigur "alt apparatið" fer í gongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958