Erla Kongsdóttir aftur í sigling hálvan juni

Erla Kongsdóttir aftur í sigling hálvan juni
Umvælingin av girinum dregur út, og Teistin røkir hestleiðina fyribils
Tað dregur út at umvæla girið á Erlu Kongsdóttur, og nú er greitt, at hon fer ikki aftur í sigling fyrr enn hálvan juni. (Savnsmynd)
 
23.02.2024 - 18:02

Erla Kongsdóttir fer ikki aftur í sigling fyrr enn hálvan juni.

Roknað var við, at umvælingin av girinum var liðug, so hon kundi fara aftur í sigling umleið 1. apríl, men arbeiðið hevur drigið út.

Í løtuni røkir Teistin hestleiðina, men tá motorurin er umvældur, er ætlanin at Erla Kongsdóttir skal sigla á hestleiðini.

Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, lýsir støðuna við Erlu Kongsdóttur og Teistanum soleiðis:

 

23022024_Erla_KOngsdottir

 

Teistin røkir í løtuni hestleiðina. (Savnsmynd)

 

Ætlanin er at flyta rampuna í ferjuleguni í Skopun til Syðradals, so Teistin fær røkt kalsoyarleiðina.

Tað krevst tó ein milliónaupphædd at gera hetta arbeiðið. Peningurin er ikki á figgjarætlanini, men má koma frá landinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV