Elias í uppskoti til heimsins besta unga spælara

Elias í uppskoti til heimsins besta unga spælara
Føroyski hondbóltsúrmælingurin Elias Ellefsen á Skipagøtu er í uppskoti at vinna heiðurin sum heimsins besti ungi hondbóltsspælari
Elias Ellefsen á Skipagøtu er í uppskoti til at vera heimsins besti ungi spælari
 
26.02.2024 - 15:32

Elias Ellefsen á Skipagøtu er í uppskoti til heiðurin sum heimsins besti ungi hondbóltsspælari.

Føroyski hondbóltsúrmælingurin er tilnevndur saman við ungu týskarunum Juri Knorr og Nils Lichtlein fyri síni avrik í 2023.

Hetta er fyrstu ferð, at altjóða hondbóltssamgongan, IHF, letur hendan heiðurin.

 

Framúr avrik í 2023

Kiel-bakkurin skeyt flest mál (70) og legði upp til flest mál (48), tá HM fyri U21-landslið var síðsta summar, har Føroyar endaðu á 7. plássi.

Føroysku U21-landsliðsmenninir vunnu millum annað á Spania og Portugal, áðrenn teir taptu fyri Serbia í fjórðingsfinaluni.

Elias Ellefsen á Skipagøtu varð valdur besti spælskipari og fekk tískil pláss á All-Star liðnum. 

 

Viðhaldsfólk kunnu atkvøða

Hondbóltsfjepparar kunnu vera við til at avgera, hvør fer avstað við heiðrinum, skrivar IHF. Fjepparaatkvøður telja ein triðing samanlagt, HM-landsliðsvenjararnir telja ein triðing meðan nevndin hjá IHF fyri venjing og venjingarháttir; CCM, eigur ein triðing av avgerðini.

Tað er hendan nevndin, sum hevur gjørt tilnevningarnar. 

Dentur verður lagdur á, at tað eru bert avrikini í 2023, sum skulu vigast í hesum føri. Tað vil siga, at spælið hjá føroyska spælskiparanum í EM í Týsklandi, ikki skal telja í metingini. Fólk kunnu atkvøða á ihf.info til 11. mars.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV