Landsstýriskvinnan samd: Ov fá útboð eru hjá tí almenna

Landsstýriskvinnan samd: Ov fá útboð eru hjá tí almenna
Hon sigur, at reglurnar ikki altíð verða fylgdar, tá tað almenna skal keypa vørur ella tænastur
Keypsportalurin verður ov lítið brúktur.
 
28.02.2024 - 05:48

Ruth Vang, landsstýriskvinna, váttar tað, sum Beinir Johannesen, tingmaður, sigur.

Hon sigur, at reglurnar ikki altíð verða fylgdar, tá tað almenna skal keypa vørur ella tænastur.

Stovnar landsins hava ov fá útboð á Keypsportalinum.

Og teir hava ikki altíð biðið um undantaksloyvi.

Ruth Vang sigur, at royndirnar vísa, at landið hevði havt størri sparingar, um landsins stovnar bjóðaðu út í felag og vóru meira bundnir í rammusáttmálum. 

Gjaldstovan heldur, at landsins stovnar skulu bjóða út í felag og harvið binda seg til rammusáttmálar.

At nakrir stovnar sleppa undan ásetingunum í rundskrivinum um útboð, máar støðið undan rundskrivinum. 

Hámørkini skulu lækka

Gjaldstovan heldur eisini, at upphæddsmørkini fyri, nær bjóðast skal út, vera lækkað.

Og krevjast skal av stovnum, at teir lata Keypi landsins upplýsingar at brúka til hagtøl.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ætlar at mæla landsstýrinum til at fylgja tilmælunum.

Hon fer í næstum at biðja um undirtøku frá landsstýrinum til at dagføra rundskrivið.

Landsstýriskvinnan fer eisini, saman við Keypi landsins, at kanna, um stovnar fara ov lætt um ásetingarnar í rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum.

Um stovnur verður funnin at fara heldur lætt um ásetingarnar, eigur játtanin at vera skorin samsvarandi, stendur í svarinum frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, til Beinir Johannesen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216