Vinus og Vimús klokkan hálvgum sjey

Vinus og Vimús klokkan hálvgum sjey
Vinus og Vimús eru inni, tí tað er ódnarveður úti
Vinus og Vimús hugna sær.
 
01.03.2024 - 12:52

Vinus og Vimús -Inni í eini holu

1.partur 3. umfar:

Tað er gott at vera inni og hugna sær í síni egnu holu, tá ið veðrið er ringt úti. Vimús eigur eina músaholu, og Vinus ger sær eina holu.

Aftur hesa ferð dettur ein góð bók úr bókahillini, tað er Abbi og eg og abbi. Vinus blaðar og Vimús lesur. Tað er hugnaligt at lesa eina góða bók.

Tá Vimús fer ørindi, fer Vinus at syngja og spæla ein sang, men knappliga bankar uppá. Tað er Vinurin, sum klívur inn gjøgnum vindeygað við einum heilt serligum ljóðføri og spælir við ein sang um regn.

Og so vera smáteknifilmar at síggja inn í millum. Tað seinasta, sum eftir er at gera, er at tekna tað, sum hendi.

Og at siga: Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt – og farvæl!

 

Um onkur hevur hug at gera eina holu, so ber til at brúka: Teppi. Band. Krókar. Klædnatræ. Lummalykt. Keks

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444