Spæl føroyskt vikan fer av bakkastokki í dag

Spæl føroyskt vikan fer av bakkastokki í dag
Setanin verður í Gulu Smiðju í Saltangará kl.18.15.
 
03.03.2024 - 10:21

Í dag verður setanin av árligu Spæl føroyskt vikuni. Setanin verður í Gulu Smiðju í Saltangará.

Tað eru Tónleikasamband Føroya og Kringvarp Føroya, ið skipa fyri Spæl føroyskt vikuni. 

Til setanina verða røður og tónleikaframførslur á skránni. Knút Háberg Eysturstein, Guðrið Hansdóttir og Áron Poulsen fara at framføra eitt lag og Barbara Samuelsen, KVF, Siri Súsonnudóttir, TSF, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, siga nøkur orð. 

Tiltakið er alment og verður eisini sent beinleiðis í útvarpinum í KVF. 

Hóast setanin verður í kvøld, hava Spæl Føroyskt tiltøk verið alt hetta vikuskiftið og Spæl Føroyskt vikan heldur fram til og við sunnudagin 10. mars.

Til ber at fylgja við Spæl føroyskt vikuni og at síggja skránna á Facebook- og Instagram vangunum hjá Spæl føroyskt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV