Eingir Føroyaleikir í 2024

Eingir Føroyaleikir í 2024
Føroyaleikirnir vera ikki í summar. Leikirnir, sum higartil hava verið tvær ferðir, eru avlýstir, tí Ítróttasambandið ikki hevur orku til at skipa fyri teimumn í løtuni
Eingir Føroyaleikir vera í summar. ÍSF hevur ikki orku at skipa tiltakið
Mynd: ÍSF  
 
07.03.2024 - 14:28

Føroyaleikir 2024 eru avlýstir.

Starvsnevndin hjá Ítróttasambandi Føroya hevur gjørt av, at Føroyaleikir 2024, sum skuldu verða 27. - 30. juni, ikki vera í ár, skrivar ÍSF.

ÍSF metir seg ikki at hava neyðugu orkuna til at skipa leikirnar, millum annað fíggjarliga, men eisini tí at nógv annað virksemi er í gongd.

Føroyar fingu beint fyri jól í boðið at hýsa Oyggjaleikunum í 2027 og tóku av møguleikanum. Hetta krevur stórt fyrireikingararbeiði frá øllum, ið varða av føroyska ítróttaumhvørvinum. Hetta arbeiðið er longu farið í gongd og fer at fylla alsamt meir komandi árini. Lagt er upp til, at hetta verður størsta ítróttatiltak, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.

Føroyaleikir vóru í 2021, tá eingir Oyggjaleikir vóru, og árið eftir í 2022.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958