Politiski myndugleikin gjørt ov lítið at fáa avtalu við India

Politiski myndugleikin gjørt ov lítið at fáa avtalu við India
Ísland og Noreg fáa tollfrælsi í India, men føroyskar fyritøkur noyðast at gjalda 30 prosent í tolli fyri flestu fiskavørur
Niels Winther er stjórin í Vinnuhúsinum.
 
13.03.2024 - 12:56

Møguleikarnir hjá føroyskum fiskaútflutningsfyritøkum at taka kappingina upp í India við norsku og íslendsku kappingarneytarnar eru um at minka niður í einki.

Tað sigur Vinnuhúsið, í samband við at EFTA-londini hava gjørt nýggjan handilssáttmála við India. 

Handilssáttmálin millum EFTA-londini og India hevur við sær, at tollurin á flest øllum útflutningsvørum úr EFTA-londum hvørvur heilt næstu árini. Hetta verður eisini galdandi fyri laks, makrel og tosk, har tollurin verður heilt burtur um fimm til sjey ár. 

Samstundis mugu føroyskar fyritøkur framvegis rinda um 30 prosent í tolli fyri flestu fiskavørur, sum tær vilja útflyta til India.

- Vit kunnu staðfesta, at politiski myndugleikin hevur ikki gjørt nóg mikið at fáa eina avtalu í lag, sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

13032024_Niels_Winther

 

 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV