- Tíðindi, mentan og ítróttur
Besta føroyska úrslit nakrantíð
Soleiðis sigur ein av venjarunum hjá estetiska kvinnuliðnum Lyra, sum í hesum døgum kappast í World Cup kapping í Finnlandi.
Tað er ein fegin Eyð Strøm, sum vit fáa orðið á, tá liðið hava verið á gólvinum.
- Alt gekk sum tað skuldi, og hesar kvinnurnar vóru stjørnur í dag.
Tað stuttliga er, at so nógv av estetiska umhvørvinum kommenterar, hvussu nógv vit hava flutt okkum, sigur hon.
- At fleiri innan estetiska umhvørvið koma og siga við okkum, at vit hava flutt okkum ein klassa upp í fimleikinum er fantastiskt, leggur hon afturat.
Umframt Lyra, so tekur Hulda úr Havnar fimleikafelag eisini lut í kvinnukappingini, har 15 lið luttaka. Hulda gjørdist nummar 11 í innleiðandi kappingini, og kemur eisini við til finaluna í morgin, á einum sjeynda plássi.
Kappingin er skipað soleiðis at hvørt landið bert fær tvey lið við í finaluna, og tí rykkja føroysku liðini bæði upp á úrslitalistanum undan finaluni sunnudagin.
Unglingar eisini í finaluni
Umframt at kvinnurnar luttaka í World Cup kappingini, so eru tvey unglingalið við í Challenge Cup, sum unglingakappingin eitur. Rósan úr Støkk og Mira úr Havnar fimleikafelag endaðu á ávíkavist 9. og 10. plássi í sera tættari kapping sínámillum, har Rósan endaði eitt vet frammanfyri. Til steypakappingina í Føroyum farna vikuskifti var tað Mira sum endaði beint frammanfyri, so spennandi verður, tá FM verður í mai.
Eisini hesi bæði liðini rykkja upp í úrslitatalvuni í morgin, og koma í finaluna á einum 7. og 8. plássi.
Finalurnar í morgin fyrrapart verða stroymdar, og kunnu síggjast her.