Mótmælisgongur í Ísrael: Krevja nýval

Mótmælisgongur í Ísrael: Krevja nýval
Fleiri túsund fólk hava seinastu dagarnar mótmælt í gøtunum í Jerusalem. Mótmælisfólkini krevja nýval, og at gíslarnir, sum Hamas framvegis hevur í Gasa, verða leyslatnir
Fleiri túsundtals mótmælisfólk framman fyri ísraelska parlamentið, Knesset.
Mynd: AHMAD GHARABLI, Ritzau Scanpix  
 
02.04.2024 - 10:49

Fleiri túsund fólk hava seinastu dagarnar mótmælt í gøtunum í Jerusalem móti ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahy. Tað skrivar ísraelska blaðið Haaretz.

Danska kringvarpið veit at siga, at fleiri túsundtals mótmælisfólk eru á plássinum framman fyri ísraelska parlamentið, Knesset, har telt eru sett upp. 

Mótmælisfólkini krevja nýval í landinum, og at teir 130 gíslarnir, sum Hamas framvegis hevur í Gasageiranum, verða latnir leysir. Sambært altjóða korrespondentinum hjá DR, Steffen Kretz, sum hevur prátað við fleiri av mótmælisfólkunum, eru krøvini simpul: Gíslarnir skulu heim, kosta hvat tað vil. 

Gíslarnir vóru tiknir til fanga eftir álopið hjá Hamas á Ísrael 7.oktober, har Hamas tók 250 gíslar við sær aftur til Gasageiran. Síðani hevur Ísrael áhaldandi bumbað palestinska økið og hevur sent herdeildir inn í økið.

Nærum 33.000 palestinar hava latið lív í ísraelsku álopunum higartil, og í minsta lagi 75.000 eru særd, siga lokalir myndugleikar. Meira enn 70 prosent av teimum dripnu eru kvinnur og børn. 

Ísraelskir myndugleikar siga, at umleið 1.200 fólk lótu lív í álopinum 7. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV