200 neyðhjálparfólk dripin, síðani kríggið byrjaði í Gasageiranum í oktober

200 neyðhjálparfólk dripin, síðani kríggið byrjaði í Gasageiranum í oktober
Gasageirin er vandamiklasta staðið í heiminum hjá neyðhjálparfólki
Av tí at tað hevur verið so torført at fáa neyðhjálp inn í Gasa á landi, eru neyðsynjarvørur sleptar niður við fallskíggja.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.04.2024 - 10:56

Fleiri enn 200 neyðhjálparfólk eru dripin í krígnum í Gasa. 

Gasa er tí vorðið vandamiklasta staðið í heiminum hjá neyðhjálparfólki. Nú gevast nøkur teirra í arbeiðnum, og tað kann fáa avleiðingar, skrivar danska kringvarpið. 

Tað var mánadagin, at sjey neyðhjálparfólk frá felagsskapinum World Central Kitchen vórðu dripin, beint eftir at tey høvdu latið mat til Gasa. 

Við hesum álopinum, er talið á neyðhjálparfólkum farið upp um tey 200. Og hetta er álvarsamt, sigur Reyði Krossur, sum hevur mist fleiri fólk í Gasa. 

 

Marknalið verða latin upp

Ísrael fer fyribils at lata upp fleiri marknalið í Gasa, so sivilfólk fáa neyðhjálp.

Hesum boðaði ísraelski forsætisráðharrin frá fríggjanáttina, skriva fleiri ísraelskir miðlar.

M.a. verður marknaliðið við Erez, har norðuri í Gasa, latið upp fyribils. Tað hevur annars verið stongt síðani 7.oktober. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV