400 týsk løgreglufólk undir illgruna fyri víðgongd sjónarmið

400 týsk løgreglufólk undir illgruna fyri víðgongd sjónarmið
Innanríkisráðið hevur kannað støðuna í 16 landspørtum
Fleiri hundrað týsk løgreglufólk eru undir illgruna. (Savnsmynd)
 
05.04.2024 - 09:16

Fleiri enn 400 løgreglufólk í Týsklandi verða kannað, tí illgruni er um, at tey hava høgravíðgongd sjónarmið, ella stuðla konspiratiónsteorium.

Illgrunin kom eftir eina kanning, sum innanríkisráðið gjørdi í teimum 16 landspørtunum í Týsklandi, skrivar týska blaðið STern, sum hevur almannakunngjørt frágreiðingina.

- Fólk, sum ikki taka undir við grundlógini, men fylgja víðgongdum sjónarmiðum, eru stórur vandi fyri demokratiið og rættarsamfelagið, sigur Herbert Reul, ráðharri í landspartinum Nordrhein-Westfalen. 

Løgreglan og trygdarmyndugleikar eru kannað í fleiri ár, og innanríkisráðið almannakunngjørdi eina frágreiðing um hetta í 2022.

Tá vóru 327 fólk, sum starvast við trygd, í trý ár avdúkað fyri at hava havt samband við høgravíðgongd umhvørvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444