Katrín Jakobsdóttir stillar upp til forsetavalið

Katrín Jakobsdóttir stillar upp til forsetavalið
Íslendski forsætisráðharrin boðar samstundis frá, at hon fer at biðja um at verða loyst úr starvinum sum stjórnarleiðari
Katrín Jakobsdóttir hevur í løtuni tíðindafund um avgerðina at stilla upp sum forsetavalevni.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
05.04.2024 - 15:40

Íslendski forsætisráðharrin, Katrín Jakobsdóttir, stillar upp til forsetavalið í summar.

Tað boðar hon frá í sjónbandaupptøku, sum hon stutt eftir døgurða legði út á Facebook.

 

 

Har boðar hon samstundis frá, at hon fer at biðja um at verða loyst úr starvi sum forsætisráðharri.

Eingin lóg forðar tó Katríni í at halda fram sum forsætisráðharri.

Hesin spurningur var eisini frammi í 1996, tá tosað var um møguleikan fyri, at Davíð Odds­son, sum tá var forsætisráðharri, fór at stilla upp sum forsetavalevni.

Stóri spurningurin er so, hvør tekur við, ella, hvussu verður við samgonguni millum tey vinstru-grønu, har sum Katrín Jakobsdóttir er forkvinna, Sjálfstæðisflokkin og Framsóknarflokkin.

Tað er ikki greitt enn, sambært íslendska kringvarpinum.

Katrín Jakobsdóttir hevur boðað til tíðindafund kl. nú kl. 15.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV