Føroyameistararnir funnir eftir spennandi finaludag

Føroyameistararnir funnir eftir spennandi finaludag
Talan var um fleiri spennandi finalur, tá føroyameistararnir i judo, borðtennis og badminton vórðu funnir í høllini á Hálsi leygardagin
Rúni Øster vann heldur óvæntað í finaluni ímóti Fai Yin Wong
Mynd: Badmintonsambandið  
 
06.04.2024 - 20:23

Bæði spennandi og drúgvar finalur skuldu til, tá føroyameistararnir í judo, borðtennis og badminton vórðu funnir í høllini á Hálsi leygardagin.

Streymslit hevði við sær, at einstaklingafinalurnar máttu útsetast ein tíma til klokkan 14, men tá fingu viðhaldsfólkini á staðnum og hyggjarar kring landið eisini spenning fyri allar pengarnar.

 

Rúni tók Wong á bóli og Miriam vann triðju ferð upp í slag

Rúni Øster hevur verið knæskaddur í longri tíð, men hann vísti, at hann er komin fyri seg aftur, tá hann tók øll á bóli við sigri á favorittinum, Fai Yin Wong.

Tað gekk javnt á frá byrjan, men tá alt skuldi avgerast, var Rúni Øster hvassari. Við góðum og ágangandi spæli vann hann fyrsta settið 21-15.

Spenningurin var stórur, og hann vaks sum annað sett leið. Spælararnir fylgdust allan vegin, men Rúni Øster hevði yvirtakið, og megnaði at avgera til 21-19 og vinna FM-heitið eftir dramatiskar bóltar ímóti endanum.

Miriam í Grótinum var favorittur ímóti Sannu Thorkildshøj, sum var í finaluni fyri fyrstu ferð. Fyrsta sett gjørdist kortini sera spennandi. Sanna Thorkildshøj spældi væl, meðan Miriam í Grótinum gjørdi fleiri mistøk. 

Tvífaldi FM-vinnarin megnaði kortini at yvirliva tveir settbóltar og síðan avgera til egnan fyrimun. Í seinna settinum var Miriam í Grótinum munandi betur og vann settið og triðja føroyameistaraheitið upp í slag.

 

Spennandi og drúgvar borðtennisfinalur

Britt Michaelsen og Anja Wongwai spældu eins og í fjør um FM-heitið hjá kvinnum. Ta ferðina vann Britt Michaelsen, men hesa ferð vildi Anja Wongwai tað øðrvísi.

Hon spældi seg inn aftur í dystin eftir eina laka byrjan, og tá alt skuldi avgerast í sjeynda setti var hon sannførandi. Hetta er fyrstu ferð, at Anja Wongwai vinnur FM í einmansleiki.

Í finaluni hjá monnum var eisini neyðugt við sjey settum. Hallur Thorsteinsson bjóðaði tvífalda føroyameistaranum, Albert Weihe Wolfsberg av, og tað var nær við, at tað eydnaðist Tór-manninum at vinna sítt fyrsta meistaraheiti síðan 2016.

Hallur Thorsteinsson hevur verið bestur í Grand Prix-kappingunum í vetur, og hann helt á við góða spælinum; tað gav honum eina 3-1 leiðslu, og brádliga var ráðandi FM-vinnarin undir stórum trýsti.

Tað sá út til at stimbra unga mannin úr Hillerød, sum arbeiddi seg innaftur í dystin. Tað gekk javnt á, men Albert Weihe Wolfsberg vann trý sett á rað og tryggjaði sær sítt triðja FM-heiti á rað.

 

Petur Sigurð takkaði fyri seg við FM-sigri

Petur Sigurð Johannesen hevur verið ein sannur brandur í føroyskum judo í nógv ár, og hann tryggjaði sær enn eitt heitið við at vinna á Bárði Hentze Lenvig í dag.

Hann fekk ein hvøkk, tá Bárður Hentze Lenvig fekk kastað tíðliga í dystinum, men tað taldi bert eitt hálvt stig, og løtu seinni fekk Petur Sigurð Johannesen eitt stig, nevnt Ippon, og vann gullið.

Hann var stórfavorittur, og fegnaðist um sigurin og boðaði samstundis frá, at hetta helst var síðstu ferð, at hann kappaðist um føroyska meistaraheitið.

Í opna bólkinum við kvinnum vann Josefina Fjallsbak úr Vága Judofelag tryggan sigur á Fríðu Borgarlíð. Tær báðar kappaðust eisini um heitið hjá kvinnuunglingunum við sama úrslitið.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283