Mett fyri minni: Her eru soðuppskriftirnar hjá So(ð)nna

Mett fyri minni: Her eru soðuppskriftirnar hjá So(ð)nna
So(ð)leiðis gert tú ávikavist grønmetis- og skerpibeinssoð, eins og So(ð)nni Zachariassen gjørdi tær í Mett fyri minni
 
15.04.2024 - 14:19

Fleiri hyggjarar hava vent sær til Kringvarpið at vita nágreiniliga, hvussu kokkurin Sonni Zachariassen gjørdi, tá ið hann kókaði soð burtur úr ávíkavist grønmeti og skerpibeini.

Tískil leggja vit báðar uppskriftirnar út her:

 

Beinasoð / bótarsúpan

Tilfar: Piðað skerpibein

 

Mannagongd:

Fyri at fáa meira smakk, kann mann brúnka beinini í ovninum á 220 hitastig í 30-40 min.

Minni beinini eru, skjótari kemur smakkurin úr beinunum

Mann kann bróta beinini, so mergurin kemur fram

 

Legg beinini í eina grýtu

Lat kalt vatn í grýtuna, so at vatnið hylur beinini

Lat smákóka í 6 tímar

Tak burtur skúmið, sum legst á soðið

Sálda soðið eftir 6 tímum

Smakkar soðið ov veikt, kanst tú kóka tað niður

Smakka til við salti at enda

 

Grønmetissoð

Tilfar: Avlopsgrønmeti

 

Ein tummilsregla, tá ið mann ger grøntmetissoð, er at býta grønmetið í tríggjar bólkar:

50% umami: Sellarí, soppar, aubergin, squash, brokkoli, blommkál o.s.fr.

30% søtt: Gularót, leykur, reyðrót, butternut squash, graskar o.s.fr.

20% skal: Ansa eftir, at tú ikki letur ov nógv skal í grýtuna, tí skalið smakkar beiskt

 

Mann kann eisini geva soðnum meira smakk við ymiskum tilfari, t.d. kryddarí, piparkorn, urtir, lavrberjabløð, tari o.s.fr. Ikki er neyðugt at lata so nógv av hesum í soðið, men heldur byrja við lítlari nøgd og so smakka til, um meira skal í soðið.

 

Mannagongd:

Vaska grønmetið væl og tryggja tær, at mold ikki er á grønmetinum

Tað er ikki neyðugt at flysa grønmetið

Sker grøntmetið so tunt sum gjørligt (lættast er at nýta eitt mandolinjarn)

Vend øllum grønmetinum í tomatpuré

Brúnka grønmetið í ovni á 160 hitastigum í 1 tíma

Lat grønmetið í eina grýtu og lat kóka í 1 tima

Tak burtur skúmið, sum legst á soðið

Smakkar soðið ov veikt, kanst tú kóka tað niður

Smakka til við salti at enda

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444