- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rakel Helmsdal innstillað til norðurlendska bókmentavirðisløn
Rakel Helmsdal er í uppskoti til ársins barna- og ungdómsbókmentavirðisløn hjá Norðurlandaráðnum fyri myndabókina "Toran gongur", sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2023.
"Við bókini Toran gongur setur Rakel Helmsdal orð og myndir á eina rúgvu av kjarnutrupulleikum í dagsins samfelagi og ikki minst háaktuellu verðinsstøðuna. Forteljingin er einføld tó samstundis kompleks, og hon viðger sera álvarslig evni sum eitt nú einsemi, sorg og deyði, kríggj og trauma, eins og søgan viðger ymsar familjusamansetingar, vinalag og týdningin av felagsskapi", skrivar Norðurlandaráðið á heimasíðu síni.
14 ára gamla Aurora er høvuðspersónurin í barna- og myndabókini Toran gongur.
Hetta er sættu ferð, at eitt verk hjá Rakel Helmsdal er í uppskoti til barna- og ungdómsvirðislønina hjá Norðurlandráðnum.
14 onnur norðurlendsk verk eru í uppskoti til ársins bókmentavirðisløn. Vinnarin verður kunngjørdur 22. oktober.