Broyt ætlanina um tjóðleikhús

Broyt ætlanina um tjóðleikhús
Besta loysnin fyri Føroyar er at byggja eitt hús, sum bæði kann vera ein tjóðpallur fyri sjónleik og ein tjóðpallur fyri symfoniska tónleikin, sigur Hans Petur í Brekkunum.
 
26.04.2024 - 14:34

Eitt tjóðleikhús burturav er ikki besta loysnin fyri Føroyar. Í staðin eigur at vera bygt eitt hús, sum bæði kann vera ein tjóðpallur fyri sjónleik og ein tjóðpallur fyri symfoniska tónleikin.

Tað heldur Hans Petur í Brekkunum, stjóri fyri Føroya Symfoniorkestur.

Eftir hansara tykki er eitt tjóðleikhús við tveimum, stórum salum - ein til sjónleik og ein til tónleik - besta og rætta loysnin.

Í lesarabrævi um dagarnar heitir Hans Petur í Brekkunum á politiska myndugleikan um at steðga á við verandi ætlan at byggja tjóðleikhús og í staðin finna eina betri heildarloysn.

-Ja, allarhelst vil tað bæði seinka og dýrka ætlanina. Men afturfyri fáa vit eina betri loysn, bæði fyri sjónleikin og tónleikin, sigur Hans Petur í Brekkunum.

Hoyr samrøðu við Hans Petur í Brekkunum:

20240426-Hans_Petur_i_Brekkunum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444