Seks kappast um sigurin í Sement 2024

Seks kappast um sigurin í Sement 2024
Finalan í tónleikakappingini Sement verður í kvøld, og seks bólkar og einstaklingar kappast um sigurin. Finalan verður víst í sjónvarpinum
Mynd: Tórsgøta.fo / Aura myndir  
 
27.04.2024 - 14:52

Í kvøld verður stóra brakið í ársins Sement tónleikakapping. 

Klokkan 20 verður sjálv finalan, og seks sera ymiskir bólkar og einstaklingar hava sungið og spælt seg í Sement finaluna 2024 frá teimum báðum undanumførunum. 

Ungdómstoymið BIIT hjá Kringvarpi Føroya sendir Sement finaluna beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 20. 

1., 2. og 3. pláss vinna studiotíð og gávukort frá Simma. Og eisini verður ein bólkur valdur at spæla á Spot Festival og ein á G! festivalinum. 

Bólkarnir og einstaklingarnir, sum luttaka í finaluni, eru seks. 

 

Ókendir


Mynd: Tórsgøta.fo / Tróndur Dalsgarð
 

Jákup Eli


Mynd: Tórsgøta.fo / Tróndur Dalsgarð
 

Ragnar Finsson


Mynd: Tórsgøta.fo / Aura myndir
 

gówa


Mynd: Tórsgøta.fo / Aura myndir
 

Ester Skála


Mynd: Tórsgøta.fo / Aura myndir

 

Ása Helena Brynjarsdóttir


Mynd: Tórsgøta.fo / Aura myndir

 

Hvat: Sement-finalan
Hvar: Reinsarínum og í sjónvarpinum
Nær: Í kvøld kl. 20.00

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774