Royna at fáa vápnahvíld í Gasa í seks vikur

Royna at fáa vápnahvíld í Gasa í seks vikur
Ein fyribils steðgur í krígnum hevur eisini við sær, at Ísrael ikki ger innrás í býin Rafah
1,3 milliónir fólk búgva í Rafah har suðuri í Gasageiranum, og Ísrael hevur hótt við stórálopi á býin.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.04.2024 - 08:39

Roynt verður framvegis at fáa semju um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas.

Málið er, at vápnahvíldin skal vara í seks vikur.

Tað sigur talsmaðurin fyri Hvítu húsini í USA, John Kirkby, við ABC News.

Ein fyribils steðgur í krígnum hevur eisini við sær, at Ísrael ikki ger innrás í býin Rafah, har suðuri í Gasa, sigur John Kirkby. Fyribils í øllum førum.

 

1,3 milliónir í Rafah

USA er ímóti, at Ísrael ger hernaðarliga innrás í Rafah. Tað gjørdi amerikanski forsetin, Joe Biden, aftur greitt, tá hann í gjár tosaði við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, í telefon.

1,3 milliónir palestinar búgva í løtuni í Rafah.

Umboð fyri stríðandi partarnir fara væntandi til Egyptalands í dag at samráðast um treytirnar fyri einari møguligari vápnahvíld, og at nakrir av gíslunum, sum Hamas tók til fanga 7. oktober í fjør, verða latnir leysir.

Sambært tølum frá heilsumyndugleikunum í Gasa, har Hamas hevur valdið, hevur kríggið kravt 34.356 mannalív í Gasageiranum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303