- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðurlond seta trygdina í Føroyum á dagsskrá
Norðurlond seta trygdina í Føroyum á dagsskrá
Norðurlendskur verjufundur hevur verið í Havn í gjár og í dag, men tað eru ikki Føroyar, ið hava staðið fyri fundinum. Tað var danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
30.04.2024 - 13:12
Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharrin, vildi hava norðurlendsku verjumálaráðharrarnar til Føroya at fundast um trygdina í Norðurhøvum, tí kjakið um trygdina her er eitt týdningarmikið kjak, ið má takast nú.
Tað váttar Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri.
240430_NET_TROELS
Danmark hevur í løtuni formansskapin í norðurlendska verjufelagsskapinum NORDECO, og Danmark ynskti at hava fundin í Føroyum, tí trygdarpolitiska støðan krevur, at sjóneykan verður sett á trygdina í Norðuratlantshavi.
Verjumálaráðharrarnir skrivaðu í morgun undir eitt semjuskal, um hvussu farast skal fram á verjuøkinum millum Norðurlond næstu árini, nú Svøríki og Finland eru vorðin limir i NATO.
Finski verjumálaráðharrin, Antti Häkkänen, og svenski starvsfelagin, Pål Jonson.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen hava verið vertir. Men tað var Troels Lund Poulsen, ið hevði biðið um at fáa fundin í Føroyum.
Meira verður at frætta í Degi og viku í kvøld.
FAKTA
NORDEFCO ella Nordic Defence Cooporation varð stovnað í 2009.
NORDEFCO ella Nordic Defence Cooporation varð stovnað í 2009.
Tað vóru tey fimm sjálvstøðugu norðurlondini, Danmark, Finland, Ísland, Noreg og Svøríki, ið stovnaðu verjufelagsskapin.
Londini skiftast um at hava formansskapin.
Í 2024 er tað Danmark, ið hevur formansskapin, og tí er Troels Lund Poulsen, danski verjumálaráðharrin, formaður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV